Nýggjur leiðari til Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið søkir eftir nýggjum leiðara til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum persóni, sum er álitisvekjandi, opin og engageraður, og sum brennir fyri at gera mun hjá kvinnum og børnum, sum hava upplivað harðskap. Tú kemur at ganga á odda og mynda Kvinnuhúsið.

 

Um Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til kvinnur. Vit bjóða viðtalur og samrøðubólkar til kvinnur, ið hava upplivað likamligan og/ella sálarligan harðskap. Harafturat hava kvinnur møguleika fyri at fáa viðtalu hjá sálafrøðingi, ið er knýtt at Kvinnuhúsinum. Kvinnur kunnu saman við børnum gista á Kreppumiðstøðini eina avmarkaða tíð. Í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini starvast, umframt leiðaran, eitt starvsfólk og 35 sjálvbodnar vaktir.

 

Arbeiðsuppgávur

Ráðgeving og vegleiðing
Einstaklinga- og bólkasamrøður
Hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, ið eru knýttar at húsinum
Samskifti og samstarv við nevnd, sjálvbodnar vaktir, myndugleikar og stovnar
Íverksetan av nýggjum tiltøkum
Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap
Skrivstovuhald og annað fyrifallandi arbeiði

 

Førleikar

Tú hevur sosialfakliga útbúgving
Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
Tú megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum fólkum
Tú dugir væl at samskifta við fólk, aðrar stovnar og miðlar
Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan
Tú ert nýhugsandi
Tú hevur góð leiðsluevnir
Tú dugir at vera rólig í truplum støðum
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er eitt fulltíðarstarv við setan frá 1. desember 2019. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send nevndini í Kvinnuhúsinum á kvinnuhusnevndin@gmail.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 2. september 2019.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elina Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum tlf. +298 223756 ella til forkvinnu í nevndini Poulu Patursson tlf. +298 224112 ella á t-posti kvinnuhusnevndin@gmail.com. Les meira um Kvinnuhúsið á www.kvinnuhusid.fo

Vekk frá hesari síðu