Hevur tú hug til at starvast sum sjálvboðin vakt á Kreppumiðstøðini, kanst tú venda tær til Kvinnuhúsið gerandisdagar millum klokkan 10 og 17.
Til hetta starv krevst, at tú ert kvinna, og at tú bæði hevur áhuga og kennir teg føra fyri at stuðla kreppuraktum kvinnum. Tú skalt eisini kunna rúma at hoyra kvinnurnar greiða frá teirra, til tíðir, ógvusligu upplivingum. Um tú sjálv hevur stórar trupulleikar at stríðast við, verður tú rádd frá at verða sjálvboðin vakt.
Arbeiðstíðin sum sjálvboðin snýr seg um eina forvakt og eina bakvakt fimtu hvørju viku. Vaktin byrjar klokkan 17 og er liðug morgunin eftir. Vikuskiftir og heilidagar er vaktin frá klokkan 17 til klokkan 17 dagin eftir. Tað eru altíð tvær ið hava vakt samstundis.
Ynskir tú at gerðast limur í Kvinnuhúsfelagnum skal limagjaldið flytast á antin konto í Eik Banka 9181 124.416.9 ella í Suðuroyar Sparikassa 9870 430.209.6. Aðalfundurin hevur ásett árliga limagjaldið til 100 krónur.
Aðalfundurin verður lýstur í miðlunum, og limirnir fáa ársfrágreiðingina sendandi eftir fundin.