Ìslenska Altingið hevur samtykt at forbjóða strippklubbum. Trafficing (Keyp og søla av kvinnum og børnum um landamørk) hevur gjøgnum seinastu mongu árini verið ein stórur trupulleiki í Ìslandi. Kvinnur úr m.a. Asia og Baltisku londunum hava, gjøgnum millummenn, fingið bjóða størv í Ìslandi sum m.a. dansarinnur ella tænarar. Tá tær koma til Íslands verða tær innilæstar og skullu framføra striptease show í klubbum og eru tvungnar at prostituera seg. Kvinnurnar fáa eitt uppihaldsvisa í 3 mánar og verða síðan sendar heimaftur. Nærum øll teirra inntøka fer til ferðaútreiðslur, uppihald og bakmenn.
|