|
Altíð onkur inni - eisini um náttina
Tú kanst ringja ella støkka inn á gólvið. Í Kvinnuhúsinum er altíð onkur inni, til reiðar at taka ímóti - eisini um tú kemur á nátt. Einasta krav er, at tú ert kvinna og sjálv kennir teg hava brúk fyri at tosa við onkran.
Halt teg ikki aftur, tí onki fer víðari. Starvsfólkið í Kvinnuhúsinum hevur tagnarskyldu. Ongin nýtist at siga navn, bústað ella p-tal. Heldur ikki er neyðugt at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er.
Tað ber til at seta teg í samband við Kvinnuhúsið alt samdøgrið á telefon 317200. Eisini ber til at samskifta á t-postaddressuni: post@kvinnuhusid.fo
Yrkadagar fæst ráðgeving og vegleiðing frá starvsfólki millum klokkan 10 og 17.
|