|
Vanliga settir spurningar
Hvussu leingi kann man gista í Kvinnuhúsinum? - Kvinnur, og børn teirra, kunna gista upp til 3 mánar.
Kunnu bert kvinnur við børnum gista í Kvinnuhúsinum? - Nei. Kvinnur kunna gista bæði við og uttan børn.
Hvat skal man hava við sær, tá man ynskir at gista í Kvinnuhúsinum? - Klæðir, tannbust, shampoo og annað líknandi. Tak okkurt leikutøj hjá børnunum við. Seingjarklæðir, handkløð, køksbúnýtir eru í húsinum.
Kann eg hava hundin við í Kvinnuhúsið? - Nei. Ongi húsdjór kunnu takast við.
Sleppur man at ganga úti? - Ja. Kvinnan tilrættaleggur sjálv sín gerandisdag og tekur undir ábyrgd sínar avgerðir.
Skal man hava sjónlig merkir, sosum blátt eyga, fyri at koma í Kvinnuhúsið? - Nei. Harðskapur er langt frá altíð sjónligur.
Nær kann man koma? - Gerandisdagar frá kl. 10 til 17 er skrivstovan opin, og tá ber altíð til at sleppa inn. Uttanfyri skrivstovutíð eru høvuðsdyrnar læstar, tí skal ringjast fyrst.
Kann eg fáa vitjan í Kvinnuhúsinum? - Ja, bert av kvinnum. Menn hava onga atgongd.
Kunna tit skaffa mær eina íbúð? - Nei, men vit kunna stuðla tær í at søknast eftir íbúð.
Hvussu verður man sundurlisin? - Við at venda sær til Ríkisumboðið og fáa umsøknarblað.
Hava tit parsamrøður í Kvinnuhúsinum? - Nei, tað kunnu vit ikki bjóðað.
Kann eg tosa við tykkum og vera ónevnd? - Ja, tað ert tú vælkomin til.
|